Í seinasta blaði umrøddu vit nøkur forrit, sum vit í okkara gerandisdegi kunnu brúka telduna til. Talan var um teksviðgerð, rokniark, datagrunnar, myndaviðgerð, forriting og prenttilgerð. Vit halda fram í hesum blaðnum at viðgera undirhald, undirvísing, Internet og multimedia.
Undirvísing
og undirhald
Ein telda kann vera góð til undirvísing. Teldurnar í dag eru so lættar at brúka, at sjálvt smábørn hava als ongar trupulleikar at brúka tær.
Børn kunnu á telduna spæla og samstundis læra at rokna, lesa og skriva. Tíanverri finnast tað sera fá forrit (um nakað) á føroyskum, men nøkur eru á donskum og marknaðurin er í stórari menning.
Børnini hava eisini møguleika at royna teirra kreativu evni við tekniforritum á telduni. Tey kunnu tekna og mála, gera teknifilmar við livandi myndum, tónleiki og øllum møguligum ljóðum.
Eisini tey vaksnu kunnu royna síni kreativu evnir á telduni. Umframt at tekna og mála kann knappaborði (tastaturið) brúkast sum ljómborðstangentar og at komponera tónleik við. Eisini er møguleiki at taka upp livandi myndir eitt nú úr sjónvarpinum og at arbeiða víðari við, til dømis at leggja tekst og aðrar effektir á myndirnar fyri síðan at goyma myndirnar aftur á videobandinum.
Undirvísing til vaksin er heldur ikki heilt ókend í telduverðini. Hevur man eitt móthald (modem) kann man fáa samband við fjarundirvísing og fáa uppgávur frá læraranum og senda loysnir aftur til hansara. Umframt tað kann man eisini keypa undirvísingarfløgur við nógvum ymiskum evnum. Ein undirvísingarfløga inniheldur ofta livandi myndir og ljóð, har ein lærari greiðir frá.
Sjálvandi finnast ein ørgrynna av spølum til bæði børn og vaksin, og tað er ikki bert talan um harðlig aktionspøl. Nógv av spølunum seta stór krøv til tín hugaheim og evnini at loysa truplar uppgávur. Tað er ymiskt frá spæli til spæl, hvussu stór krøv tey seta til spælaran, og tað finnist altíð eitt spæl til ein hvønn aldur og áhuga. Tey mest vanligu spølini eru: Aktionspøl, Strategispøl, Ævintýrspøl og Simulatorspøl.
Til seinast kunnu vit nevna ein bólk, sum hvørki er spøl ella undirvísing. Tað er til dømis leksikon, landakort (Atlas), Feriufyrireiking og fløgur við ávísum evnum (dinosaurar, havið, astrologi og so framvegis)
Internet
(World Wide Web)
At fáa atgongd til heimsumfevnandi Internetið krevur bæði nakað av tólbúnaði (HW) og ritbúnaði (SW), eina telefonlinju og eitt internethald hjá Olivant.
Av tólbúnaði krevst ein góður geril (processor), í minsta lagi ein Pentium, umframt eitt móthald sum helst er 33.600 BAUD ella K56 við 56.000 BAUD, ella eitt ISDN móthald. Sjálvt um man velur eitt sindur dýrari móthald, eru pengarnir skjótt spardir við tað at internetrokningin verður tað minni.
Tann ritbúnað sum skal til fær man frá Olivant, har man keypur sítt Internethald. Við tí avtaluni betalir man eitt fast mánaðargjald, sum í løtuni er kr. 70,00. Harafturat kemur so Internettaksturin sum er fyri hvørt minut tú brúkar Internetið. Í løtuni er hesin takstur 30 oyru fyri minuttin um dagin frá 08:00 til 18:00 og 15 oyru um minuttin um kvøldi og sunnudagar. Eisini skal man gjalda uppringingargjald uppá 40 oyru fyri hvørjaferð man fær samband við Olivant. Allir prísir eru við mvg.
Tá tú bíleggur Internetsamband frá Olivant, skal tú uppgeva hvussu tú kundi hugsa tær at tín teldupostadressa verður. Teldupostadressan hevur hetta skap xxxx@yy.fo, har X?ini standa fyri tað tú sjálvur velur tíl dømis Hans. Síðan kemur @ sum á føroyskum verður kallað trant "A" og merkir hjá. Aftan á @ kemur so post.olivant.fo, sum merkir at har liggur tín postkassi. Soleiðis kann tín endaliga teldupostadressa blíva Hans@post.olivant.fo, um hon nú ikki er upptikin. Føroyskir stavir sum í, ó og ð kunnu ikki brúkast í einari teldupostadressu.
Um tú bert ætlar at brúka títt Internetsamband til teldupost, eru krøvini ikki so stór til móthald og gerilorkuna, sum tey eru um tú ætlar at "rógva út" (surfa) á Internetinum. Hóast hetta skal tú altíð taka hædd fyri at tað verður róð út á Internetinum, og lat verða við at keypa ov lítla útgerð, um tú vil hava fulla nyttu av Internetinum. Tað er sera einkult at gera sína egnu heimasíðu og tá tú hevur tekna eitt Internethald hevur tú eisini goldið fyri pláss til tína heimasíðu.
Multimedia
Multimedia er, sum orðið sigur, ein samanseting av ymiskum miðlum: Teksur, ljóð, myndir og livandi myndir. Eitt multimediaforrit kann til dømis verða eitt leksikon, sum umframt tekst eisini hevur ljóð og livandi myndir.
Eitt annað dømi uppá eitt multimediaforrit er eitt spæl, har nógvu ymisku pallarnir eru filmupptøkur við vanligum sjónleikarum. Fyrimunurin fram um ein vanligan film er at spæli er samvirkið (interaktivt). Tað vil siga at tað er tú sum avgerð handlingina. Tað ber eisini til at keypa vanligar filmar á fløgu (DVD) sum kunnu vísast á telduni.
sid@sosialurin.fo
kelda: www.fs.dk