Seinastu tíðina hevur løgreglan í Havn gjørt eitt miðvíst átak at fyri at steðga ólógliga atburðinum við at bilførarar tosa í fartelefon meðan koyrt verður. Bara fríggjadagin vóru tískil 20 bilførarar tiknir fyri at tosa ífartelefon meðan teir koyrdu. Teir fingu allir eina bót uppá 400 kr hvør.
Tað er framvegis bara loyvt at tosa í fartelfon, meðan tú koyrir bil, um tú brúkar oyrasnigil. Nógv bendir nevniliga á, at bilførarar, ið hava tosað í hondhildna fartelefon, hava verið atvoldin til nógvar sera álvarsligar skaðatilburðir í á føroysku vegunum.