Í løtuni eru 20 føroysk ungfólk stødd í Finlandi, har tey saman við umleið 60 øðrum ungum uppbyggja ein sjónleik.
Ungfólkini koma úr Íslandi, Danmark, Finlandi, Noreg og Føroyum.
Tey fingu til uppgávu at skriva eina dagbók fyri ein dag, og síðani skuldi hetta leikritið dramatiserast.
- Vit hava ein professionellan leikstjóra, sum gjørdi av, at føroyska innslagið skuldi verða grundarlagið undir leikinum, sigur Noomi Reinert.
Føroyingarnir, sum eru við í verkætlanini, koma av Toftum, Runavík, Gøtu og ein er úr Nólsoy. Lagt var til brots 3. jóladag, og komið verður aftur til Føroya 5. januar.
- Vit fara so aftur til Danmarkar í páskafrítíðini, áðrenn vit fara at ferðast við leikinum til øll londini, sum eru við. Byrjað verður í Íslandi 4. juli, áðrenn leiðin gongur við Norrönu til Føroya, sigur Noomi Reinert.
Steðgað verður í Føroyum í eina viku, og tey gevast so 4. august.
- Har skulu vit so framføra á G! festivalinum, í Norðurlandahúsinum og so á seks smærri plássum í oyggjunum, sigur Noomi Reinert.
Tey búgva fyri tað mesta privat, og annars á skúlum.
- Komponisturin er Kristian Blak, men annars hava vit dramaturg, ljós- og ljóðfólk, scenograf og koreograf úr øllum londunum, sigur Noomi Reinert.
Hoyrið samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.