20 ÁR
Í dag 8. mai eru tjúgu ár liðin síðani Norðurlandahúsið lat upp á fyrsta sinni. Húsið hevur hesi árini hýst einari ørgrynnu av tiltøkum ? konsertir, sjónleikir, framsýningar og mangt annað. Vit hava funnið nakrar myndir fram. Tær umboða verri enn so alt, men kunnu kanska geva eitt lítið innlit í, hvat hevur verið í teirri stóru mentanarborgini hesi seinastu tjúgu árini.
Upprunin til Norðurlandahúsið finna vit í Norðurlandaráðnum. Tað var Erlendur Patursson, limur í Norðurlandaráðnum, sum reisti málið um at fáa bygt eitt norðurlendskt mentanarhús í Føroyum.
Ein arkitektakapping varð útskrivað í 1977. Ola Steen úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Ìslandi vunnu kappingina.
Við støði í vinnandi uppskotunum varð farið undir at byggja Norðurlandahúsið í Føroyum, sum húsið varð kallað. Farið varð undir byggingina í 1980, og húsið varð tikið í nýtslu 8. mai 2003. Byggikostnaðurin var 70 milliónir, tað mesta av hesi upphædd rindaði Norðurlond, men Føroya landsstýrið rindaði eisini ein part.
Húsini er arkitektoniskt spennandi, eru flest øll samd. Húsið liggur ógvuliga í landslagnum. Húsið hevur íkast frá flest øllum norðanlondum. Grótið er úr Norra, timbur úr Svøríki, møblar úr Finnlandi, glasið úr Danmark og bitarnir, sum halda konstruktiónini eru úr Íslandi.
Norðurlandahúsið er skipað sum stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum. Húsið fær eina árliga játtan, sum í 2002 var tíggju milliónir, har góðar áttahundraðtúsund eru frá landsstýrinum ? restin frá Norðurlandaráðnum.
Norðurlandahúsið verður stjórnað av einum stýri við fimm norðurlendskum og trimum føroyskum limum
Norðurlandahúsið hevur havt seks stjórar, ið stýrið fyri húsið setir. Teir eru:
Steen A. Cold, Danmark 1983-1984
Hjörtur Pálsson, Ísland 1984-1985
Karin Flodström, Svøríki 1985-1989
Jan Kløvstad, Noreg 1989-1994
Peter Turtschaninoff, Finnland 1994-1999
Helga Hjörvar, Ísland 1999-
Og aðalsetningurin hjá Norðurlandahúsinum hevur verið tann sami øll tjúgu árini, og núverandi stjórin, Helga Hjørvar, roknar við, at stevið heldur fram. Orðingin er hendan:
Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroya og at fáa føroyska mentan til onnur norðurlond umframt at stuðla føroyskari mentan.
Kelda: www.nlh.fo