Umleið 200 bilar eru farnir upp í royk í stórum eldi í nátt norðan fyri Stokkhólm í Svøríki.
Tað upplýsa svensku myndugleikarnir sambært svenska blaðnum Aftonbladet.
Ógvusligi eldurin byrjaði umleið klokkan tvey í nátt í einum stórum bilhúsi í tveimum hæddum í Märsta norðan fyri Stokkhólm.
Tað er ikki boðað frá fólkaskaða í sambandi við eldirn.
Men sløkkiliðsfólk hava havt stórar avbjóðingar við sløkkiarbeiðinum av nógva hitanum.
– Tað er sum ein bræðingarovnur. Vit royna at sløkka eldin uttanifrá, so væl vit kunnu. Men vit sleppa ikki at eldinum. Tað er simpulthen ov heitt, sigur Magnus Bengtsson, sum ákaksleiðari á staðnum, klokkan 3 í morgun við tíðindastovuna TT.
Ognin er øll sum hon er farin í eldinum, og roknað verður við at bygningurin brennur í grund.
Fólk í økinum eru biðin um at lata vindeygu og hurðar aftur.
Onkrastaðni eru fólk flutt burtur, skrivar SVT.
##med2##
Orsøkin til eldin er enn ókend.
Løgreglan er farin undir kanningararbeiðið og útilokar ikki, at talan kann vera um eina tilvitaða gerð.
/ritzau/