Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum verður í morgin karmur um Føroya størsta mammubólk, Tá fara einar 200 mammur at viðgera evni, sum hava stóran týdning fyri barnafamiljur Hetta er fyrsta og helst eisini størsta tiltak av sínum slag í Føroyum, tí valla nakrantíð áður hevur ein mammubólkur á 200 mammur verið savnaður á einum staði.
- Tað vanliga er, at mammur savnast í smáum bólkum saman við einum ella tveimum heilsufrøðingum. Av og á eru bólkarnir størri. Nú royna vit ein heilt stóran bólk og eitt breiðari forum, har vit taka upp nøkur aktuell evni við fakligum relevansi. Vit halda, at tað kann vera gevandi, at mammurnar hitta hvørja aðra, og at nógv sjónarmið koma fram. Endamálið er sjálvandi, at børnini og familjurnar skulu fáa nakað gott burturúr, siga heilsufrøðingarnir í Havn og Vágum, ið hava tikið stig til Føroya størsta mammubólk.
Tær siga, at pápar sjálvandi eisini eru vælkomnir, um teir hava møguleika at koma við.
Á skránni hjá Føroya størsta mammubólki eru trý kjakevni. Marjun av Steinum og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingar, fara at tosa um, hvørt børn skulu hava mørk ella ikki. Eisini koma tær við nøkrum sjónarmiðum um, hvussu sjálvsvirðið hjá børnum kann mennast. At enda fer journalisturin Bjørt Samuelsen at siga sína hugsan um og royndir við barnsburðarfarloyvi í Føroyum og uttanlands. Kjak verður um tey trý evnini.
- Vit vóna, at nógv velja at koma við, so kjakið kann gerast gott, siga stigtakandi heilsufrøðingarnir.
Í sambandi við tiltakið verður møguligt verður at fáa kaffi, te, sandwich og smákøkur til keyps hósdagin.