21 fólk smittað við koronu seinastu tvær vikurnar

21 føroyingar eru smittaðir við koronu seinastu 14 dagarnar. Tað vísa hagtøl hjá heilsumálaráðnum.

 

Av teimum 21 eru 14 av teimum smittaðu úr Suðurstreymoy. Fýra eru úr Eysturoy og 3 úr Vágum. 

Eingin er smittaður í Norðoyggjum seinastu tvær vikurnar, eingin í Norðstreymoy, eingin á Sandi og eingin í Suðuroyr. Heldur eingin útlendingur er smittaður í Føroyum seinastu 14 dagarnar.

Fríggjadagin var ein persónur stafeðstur smittaður. Hann var partur av kendari smittuketu.

Tilsamans eru nú gjørdar 297.359 kornukanningar.

761 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 5 persónar smittaðir við koronu. 47 fólk eru í sóttarhaldi.