Hevur skorað 22 mál í 14 dystum - fekk einki mál móti Íslandi

Málkongurin, Robert Lew­andowski fekk ein lítlan niðurtúr móti Íslandi í Poznan ígjár

Mynd: AFP

Mynd: AFP

Hann er helst besti pólski fótbóltsspælarin nakrantíð, áleyparin hjá Bayern München, Robert Lew­andowski.

 

Undan venjingardystinum hjá Pólandi móti Íslandi í Poznan ígjár hevði Robert Lew­andowski. skorað í 14 dystum á rað fyri Bayern München og pólska landsliðið. Og í hesum 14 dystunum hevði hann ikki skorað færri enn 22 mál.

 

Tí væntaðu pólskir ítróttarmiðlar, og íslendskir ítróttarmiðlar óttaðust fyri tí, at Robert Lew­andowski fór at skjóta Ísland í sor í dystinum í Poznan ígjár, men tað hendi ikki.

 

Ísland sum vann ein hepnan 1-0 sigur á Føroyum á Tórsvølli farna fríggjadag megnaði at forða Robert Lew­andowski í at skora móti Íslandi, og ikki bara tað. Íslendingar megnaðu at halda Robert Lew­andowski frá at skapa so frægt sum ein einasta málmøguleika.

 

Úrslitið í Poznan var 2-2. Ísland var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá javnaði Pólland til 2-2, sum varð úrslitið.

 

Ísland legði seg á odda í 26. minutti. Málskjútti var Albert Guðmundsson eftir hornaspark. Átta minuttir seinni javnaði Pólland. Málskjútti var Piotr Ziel­inski  eftir sending úr vinstru.

 

Tveir minuttir eftir steðgin legði Ísland seg aftur á odda. Eftir álop í vinstru var bólturin leysur í brotsteiginum, har Birgar Ingi Bjarnason í sínum triðja landsdysti skoraði fyrsta málið á landsliðnum.

 

Íslendingar vóru á odda, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá javnaði Pólland til 2-2. Málskjútti var Karol Swiderski eftir innlegg úr vinstru.

 

Póland er í bólki E saman við Spania, Svøríki og Slovakia. Komandi mánadag klokkan 17 spælir Póland móti Slovakia, og trýstið er á teimum og á Robert Lewandowski at fáa mál og stig móti Slovakia áðrenn sera torføru dystirnar móti Svøríki og Spania. 

 

 

 

Mynd: AFP

Mynd: AFP