2278 akfør kannað í grein 13 kanningum


 

Løgreglan gjørdi í tvær vikur ? frá 5. til 18. november ? grein 13 kanningar um alt landið. Tilsamans vórðu 2278 akfør kannað. Ikki øll akførini vóru í lagi. 258 frágreiðingar vórðu skrivaðar.

Mest vanliga orsøkin hjá løgregluni at geva bót var, at ljósini ikki vóru í lagi. 134 førarar vórðu revsaðir fyri ikki at hava ljósini í lagi. 99 førarar høvdu ikki koyrikortið hjá sær, 79 nýttu ikki trygdarbelti. Á seks bilum vóru dekkini ólóglig, og bara ein varð tikin fyri at koyra við kenning undir grein 13 kanningunum.

Førararnir fingu bøtur, ið samanlagt komu uppá 92.000 krónur.