Í USA hava myndugleikarnir gjørt av at kanna leiklutin hjá løgregluni í sambandi við tvær ferðsluvanlukkur í gjár, sum kostaðu 10 fólkum lívið. 18 onnur fingu skaða.
Sambært løgregluni vóru 23 bilar uppi í teimum báðum vanlukkunum, sum hendu í tjúkkum mjørka.
Men hóast sýnið var sera vánaligt, valdi løgreglan at lata vegin upp aftur beint aftan á vanlukkuna. Eitt korter seinni hendi so tann seinna. Tá var tað ikki bara mjørki, men eisini roykur, og ferðslan endaði í einum ruðuleika, skrivar Reuters.