23 nýggir tilburðir í Nuuk

- Nú kunnu fólk renna seg í smittu allastaðni í býnum, siga tey hjá landslæknaembætinum í Grønlandi.

Seinasta samdøgur eru 23 nýggir smittutilburðir staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og ein tilburður er staðfestur í Qeqqata kommunu.

 

Sermitsiaq veit frá landslæknaembætinum at siga, at í løtuni er stór smittuspjaðing í Nuuk. Teir 23 tilburðirnir koma aftrat teimum 14, sum vórðu staðfestir í gjár.

 

- Í høvuðsstaðnum er smitta framhaldandi knýtt til teir stovnar, sum áður hava verið raktir, og í nýggjastu tølunum eru eisini tvey børn, sum nú eru smittað.

 

Heimasíðan veit at siga, at smitta eisini er staðfest í samband við skeinkistøð, og her er í høvuðsheitum talan um ein bólk av yngri vaksnum, sum eru staðfest smittað.

 

Í fleiri førum er talan um fólk, sum vóru í býnum seinasta fríggjadag og leygardag og vitjaðu ymisk skeinkistøð í grønlendska høvuðsstaðnum.

 

- Nú kunnu fólk renna seg í smittu allastaðni í býnum, og tí verður heitt á øll um at vísa serligt ansni til tess at avmarka smittuspjaðing, siga tey hjá landslæknaembætinum.