25 ára gamal dripin av skotum í Aarhus

Í gjárkvøldið visti løgreglan einki at siga um motivið til drápið, sum fór fram á einum parkeringsplássi í Aarhus.

 

Tíðliga í gjárkvøldið varð ein 25 ára gamal maður skotin og dripin í Aarhus. Hendingin fór fram á parkeringsplássinum við Observatoriuvegin i Aarhus. Tað upplýsti Østjyllands Politi í tíðindaskrivi eftir tilburðin.

Løgreglan fekk fráboðanina um hendingina tilburðin klokkan 19.10. Tá løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, var tað ov seint, og tey kundu tá staðfesta, at maðurin var deyður at skotum.

Í gjárkvøldið var nógv løgregla á staðnum, har hendingin fór fram, og umhvørvið og umstøðurnar kring tilburðin vórðu kannað bæði væl og virðiliga. Løgreglan væntaði, at kanningarnar fóru at vara alla síðstu nátt.

Í gjárkvøldið visti løgreglan einki at siga um motivið til drápið, men tey løgdu aftrat í tíðindaskrivinum, at familjan hjá unga manninum hevur fingið fráboðan um álvarsligu hendingina.