Løgreglan í týska statinum Nordrhein-Westfalen váttar í morgun, at tey hava handtikið ein 26 ára gamlan mann, sum viðgongur at vera gerningsmaðurin aftan fyri drápið á trý fólk í eini býarveitslu í týska býnum Solingen fríggjadagin.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, eftir at týska blaðið Der Spiegel í gjárkvøldið skrivaði, at løgreglan hevði handtikið ein annan persón í málinum.
Der Spiegel skrivaði, at talan var um ein 26 ára gamlan mann, sum var føddur í Sýria og kom til Týsklands sum friðskjólsøkjari.
Løgreglan váttar, at talan er um ein 26 ára gamlan mann, men upplýsir einki um hansara uppruna.
- Leikluturin hjá viðkomandi í hendingini er í løtuni undir drúgvari kanning, sigur løgreglan í Düsseldorf, sum liggur nærhendis Solingen, har hendingin fór fram.
Fráboðanir hava áður verið um tvær handtøkur í málinum.
Fyrr leygardagin varð greitt, at ein 15 ára gamal er handtikin og er kannaður fyri møguligt samband við álopið.
Seinni um kvøldið boðaði løgreglan frá, at tey høvdu handtikið ein annan persón - tó er ógreitt, um hesin persónurin er tann sami, sum Der Spiegel visti um.
Tað kunnu sostatt vera upp til trý fólk handtikin í málinum.
Knívaálopið hendi undir einum hátíðarhaldi av 650 ára føðingardegnum hjá Solingen, sum skuldi vara alt vikuskiftið. Býarveitslan er nú avlýst av myndugleikunum.
Millum ofrini eru ein 67 ára gamal og ein 56 ára gamal maður umframt ein 56 ára gomul kvinna.
Leygarkvøldið tók vápnaða islamistiska rørslan Islamiskur Statur (IS) ábyrgdina av álopinum.
Í eini fráboðan á boðtænastuni Telegram sæst, at ein "hermaður frá Islamiskum Stati" framdi álopið "sum hevnd fyri muslimar í Palestina og allastaðni".
Bólkurin hevur ikki víst á nøkur prógv fyri sínum pástandi. Hetta skrivar Reuters.
Solingen liggur í statinum Norðurrín-Westfalia í vesturtýsklandi, tætt við Düsseldorf og Köln.
/ritzau/