27 ára gamal landsliðsleikari deyður í bilvanlukku

- Vit eru í djúpari sorg yvir at hava mist Ahmet Yilmaz Calik, sigur turkiska fótbóltsfelagið, Konyaspor.

Turkiskar tíðindastovur vita í morgun at siga, at landsliðsleikarin, 27 ára gamli, Ahmet Yilmaz Calik, er deyður í einari bilvanlukku.

 

Hetta váttar felagið hjá honum, Konyaspor, eisini á Tvitter. 

 

- Vit eru í djúpari sorg yvir at hava mist Ahmet Yilmaz Calik, sum hevur vunnið kærleikan millum okkara fjepparar og okkara bý, síðan hann kom til okkara, skrivar felagið á Tvitter.

 

Ahmet Yilmaz Calik hevur áður spæld fyri stórfelagið, Galatasaray, áðrenn hann fór til turkiska fótbótbóltsfelagið, Konyaspor. 

 

- Hann hevur eisini spælt átta dystir fyri turkiska landsliðið og var við í EM-hópinum í 2016, har hann tó ikki kom á vøllin, skriva útlendskir miðlar í morgun.