Løgreglan var í gjár mannsterk úti í Havnini í samband við §13 kanningar.
Í tríggjar og ein hálvan tíma kannaði løgreglan bilar á tveimum ymiskum støðum í Havnini. Tað vísti seg eisini at vera neyðugt, tí tilsamans skrivaði løgreglan 29 bøtur í gjár.
Serliga var tað trygdarbeltið, ið bilførarar høvdu trupulleika við at minnast. Tólv bilførarar fingu bót fyri ikki at hava fest trygdarbeltið, meðan ein bilførari fekk bót fyri, at ferðafólk í bilinum ikki vóru í trygdarbelti.
Kanska ikki heilt óvæntað, so fingu fimm bilførarar bót fyri at tosa í fartelefon, umframt at fýra fingu bót fyri ikki at hava koyrikort á sær. Fýra bilførarar fingu eisini bót fyri lyktafeil.
Tað kann vera kalt at skava kavan av rútunum í hesum døgum, men tveir bilførarar fingu í gjár at sanna, at tað loysir seg. Tá løgreglan steðgaði teimum, fingu tey nevniliga bót fyri ikki at hava skavað forrútin nóg væl.
Harumframt fekk ein persón bót fyri at viðurskiftini við nummarplátuni ikki var í ordan.

29 brot á ferðslulógina





