FUGLAFJØRÐUR
Fuglafjarðar kommuna hevur í síni fíggjarætlan fyri 2011 sett út í kortið, at skattainntøkurnar hjá kommununi í miðal fara at liggja um 3,4 miljónir krónur um mánaðin í ár.
- Skattainntøkurnar fingu eitt ordiligt dýkk í januar og februar í ár, men knappliga setti mars mánaði met við umleið 4,2 miljónum krónum.
Sigurd Simonsen sigur, at mars soleiðis gjørdist besti skattamánaði hjá kommununi yvirhøvur.
- Fiskiflotin lá tíðliga í árinum, og hetta hevur ivaleyst havt sína ávirkan á inntøkurnar. Júst, hví mars mánaði gjørdist so góður, vita vit ikki við vissu, men vit kunnu hugsa okkum, at her eru onkrar samanteljingar komnar við, sum kanska hoyra til onkran av mánaðunum fyri, heldur borgarstjórin.
Sigurd Simonsen leggur aftrat, at í fjør hildu mettu skattainntøkurnar so at siga upp á krónuna.
- Nú vóna vit, at inntøkugrundarlagið í ár eisini fer at halda, leggur hann aftrat.