Hernaðarstýrið í Burma viðgongur nú, at melduródnin Nargis hevur gjørt nógv størri skaða, enn myndugleikarnir søgdu av fyrstan tíð. Nyan Win, uttanríkisráðharri, segði við almennu kinesisku tíðindastovuna Xinhua í morgun, at talið á deyðum liggur um 15.000. Samstundis visti almenna kringvarpið at siga, at bara í býnum Bogalay við Irrawaddy-ánna viðskeiðis í landinum hava umleið 10.000 fólk latið lív.
Teilendsku myndugleikarnir siga seg hava fingið at vita, at minst 30.000 fólk eru ikki komin afturíaftur. Tað sigur Noppadol Pattama, uttanríkisráðharri, við Sky News.
Nyan Win sigur við Xinhua, at tað er lítið at ivast í, at talið á deyðum fer at veksa, so hvørt sum bjargingarliðini fáa samband við tey ringast raktu økini í Irrawaddy-ósanum. Umleið 3,5 milliónir fólk búgva í smáum býum og bygdum við ósan, og har eru nógvar oyggjar, sum myndugleikarnir ikki hava havt samband við enn.
Kann fáa avleiðingar
Eygleiðarar vísa samstundis á, at tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri Burma, at júst økið við Irrawaddy-ósan er so meint rakt, tí ósin verður vanliga roknaður sum tann týdningarmesti rísakurin í øllum Asia. Tí kann tað fáa stórar avleiðingar, um tað vísir seg, at akrarnir eru oyðilagdir.
Tá flóðaldan skolaði inn yvir Burma á jólum í 2004, vildi hernaðarstýrið ikki hava altjóða hjálp, men hesaferð hevur stýrið játtað at taka ímóti hjálp uttaneftir. Samstundis eru myndugleikarnir fyri hvøssum atfinningum, tí teir ikki ávaraðu fólk um, at melduródnin var á veg, og tí teir vóru ov seinir at senda hermenn at hjálpa neyðstøddum, tá ódnarveðrið hasaði av.
Sky News sigur, at í høvuðsstaðnum Yangon standa fólk í bíðirøðum at keypa sær vatn at drekka, og hóast fýra dagar eru farnir síðani ódnina, hevur høvuðsstaðurin ikki fingið streymin aftur enn.