30.000 útlendsk tons

Eingi føroysk skip hava landað til Havsbrún í Fuglafirði í ár, men hóast hetta er samlaða ráfiskanøgdin hjá virkinum kortini farin um tey 30.000 tonsini higartil í ár. Aftur í dag landa írsku trolararnir Father Mc-Kee og Brendelen í Fuglafirði. Hetta er fimtu ferð í ár, at hesi bæði skipini landa í Fuglafirði.

Veiðan hjá teimum er lítla fiskaslagið havgøltur, og skipini plaga hava millum 1200 og 1300 tons í part hvønn túrin.

Í løtuni roynir Havsbrún at fáa onkran norskan bát, sum fiskar lodnu í norska partinum av Barentshavinum, at leggja leiðina inn á Fuglafjørð við veiðini.

Hartvig Joensen, sum starvast á Havsbrún, sigur, at samlaða ráfiskanøgdin hjá virkinum higartil í ár er farin um tey 30.000 tonsini.

Spurdur, hvussu stórur útlendski parturin av landingunum er, sigur hann, at virkið bert hevur fingið fisk frá útlendskum skipum í ár.

- Eingi føroysk skip hava landað í Fuglafirði higartil í 2010, sigur Hartvig Joensen.

Í 2009 vóru írsku systirskipini tey, sum førdu størstu nøgdirnar av pelagiskum fiski lands í Fuglafirði, og vóru tey soleiðis ein týðandi partur av ráfiskagrundarlagnum hjá Havsbrún.