30 fólk fingu skaða av skotunum í Field's

Trý fólk doyðu og fýra særd, og 23 onnur fólk fingu skaða av skottilburðinum í Field's í Keypmannahavn í gjár.

 

Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Umframt tey deyðu og fýra álvarsliga skaddu hava 23 onnur fingið skaða í sambandi við skottilburðin í Field's í gjár.

Tað upplýsir Københavns Politi í tíðindaskrivi.

20 fólk fingu smærri skaðar, sum tey fingu í sambandi við evakueringina úr Field's. Eingin teirra varð raktur av skotum.

Harumframt vórðu trý fólk viðgjørd fyri strokskot á staðnum, og fóru síðani heim, skrivar løgreglan.

Københavns Politi tekur fyrivarni fyri, at tað kunnu koma fleiri fráboðanir um skaðar.

/ritzau/

 

Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix