30 prosent minni í gráa posanum

Skipanin hjá Vágs kommunu við lívrunnum tilfari er væl í gongd

Fyrst í mai mánað varð royndarverkætlanin við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum í Vágs kommunu sett í gongd.

Gott og væl 30 húsarhald eru við í royndarskipanini, og hesi húskini hava seinastu sjey vikurnar skilt matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum.

Tunnan við matleivdum verður tømd 3. hvørja viku og er nú er tømd tvær ferðir (2. ferð í farnu viku). Nøgdirnar hava báðu ferðirnar ligið um 400 kg. av matleivdum ella í miðal gott og væl 13 kg. fyri hvørt húski, ella útvið 4,5 kg. um vikuna fyri hvørt húsarhald.

– Sum skilst, so vigar ein vanligur gráur posi, sum IRF heintar frá húsarhaldunum hvørja viku, umleið 15 kg., so hesar 7 vikurnar hava húsarhaldini í royndarskipanini, havt umleið 30% minni í gráa posanum enn vanligt, skrivar Vágs kommuna.

Matleivdirnar verða gjørdar til sankutøð (kompost). Hendan tilgongdin fevnir um at blanda matleivdir, tøð og træspónir saman, og hetta verður gjørt í fiskakassum við loki á. Processin frá matleivdum til sankutøð skapar ávísan hita, og eftir 3 vikur var hitin í fyrstu blandingini komin upp á 47 stig. Við jøvnum millumbiðlum verður rivið runt í kassanum fyri at blanda matleivdir, tøð og træspónirnar saman.

– Gongst sum ætlað, so ganga tað 6 mánaðir áðrenn blandingin er vorðin til sankutøð, sum kunnu brúkast í kommunalu urtagørðunum, skrivar Vágs kommuna.