30 ár á Sosialinum

Í dag eru 30 ár liðin síðani Tummas Pauli Thomsen byrjaði sum prentari á Sosialinum.

Tummas Pauli er sonur, Elisabeth, f. Joensen, úr Havn, og Edvin Thomsen, ættaður úr Nólsoy.
Tá hann knapt 14 ára gamal fór úr barnaskúlanum, ætlaði hann sær at fara at læra til bilmekanikara, men meðan hann bíðaði eftir at fáa lærupláss, fekst hann við ymist fyrifallandi, m.a. at falsa og pakka blaðið 14. SEPTEMBER á prentsmiðjuni úti í Hornabø, í somu gøtu sum Tummas Pauli búði tá. Maskinurnar á 14. SEPTEMBER vóru ikki í góðum standi, so tað var ógvuliga ymiskt, nær blaðið var liðugt prentað, mangan kundi klokkan verða bæði 5 og 6 um morgunin, áðrenn klárt var at fara á posthúsið við blaðnum. Meðan bíðað varð eftir at blaðið varð klárt at prenta, stytti hann sær stundir við at spæla sær við setikøssunum, og tá ein mikladalsdrongur nakað seinni kom í læru á 14. SEPTEMBER, lærdi Tummas Pauli hann setikassan, tí Hans Petur Petersen, sum var prentari á 14?anda um hetta mundið, hevði nokk at gera við at fáa setimaskinuna at koyra.
Hesin mikladalsdrongurin fór so norður til Mikladals á páskum, men tá hann ikki møtti til arbeiðis 3. páskamorgun, ringdi blaðstjórin, Erlendur Patursson, til Tummas Paula at biðja hann koma at hjálpa teimum at gera tað eina blaðið. Men hetta bleiv til fleiri bløð, og tá hann hevði arbeitt har í umleið eitt hálvt ár, og lærlingurin ikki var komin afturíaftur, fór hann at hugsa um at fáa ein lærusáttmála, tí einki røktist fyri at bilverkstaðurin hjá Frits Jensen, sum helt til hjá Sigird av Reyni í Rættará, fór at taka nakran lærling. Meðan hann lærdi, bleiv avgerð tikin um, at eingir nýggir prentaralærlingar sluppu á Tekniska skúla í Føroyum men máttu niður til Danmarkar á skúla. Men hetta kom ikki í rættlag fyrr enn eftir at lærutíðin var liðug, so tað bleiv bert til fýra vikur í skúla og so upp til sveinaroynd, sum varð liðug 14. september 1965.
Síðan arbeiddi hann á ymsum prentsmiðjum í Havn, hjá Marius Ziska, Einars Prent og á Landsprentsmiðjuni.
19. september 1973 byrjaði hann so á prentsmiðjuni á Heygsbreyt, sum tá einans prentaði Sosialin. Hann kom í starv fyri Thomas J. Jensen (Tommy), ættaður úr Fuglafirði, sum tá var blivin sjúkur og var farin til Danmarkar at søkja sær heilsubót. Sámal Olsen úr Søldarfirði, sum hevði lært á Sosialinum nakað um somu tíð sum Tummas Pauli lærdi á 14?anda, hevði tá eina tíð verið einsamallur á Sosialinum. Vilhelm Johannesen var blaðstjóri, men hann arbeiddi á Posthúsinum í Klaksvík, so meginparturin av tilfarinum mátti sendast við posti ella onkur tók ímóti tíðindum gjøgnum telefonina. Fax kendu teir ikki til tá. Maskinurnar og umstøðurnar vóru vánaligar. Prentmaskinan ella pressan, sum Sosialurin varð prentaður við, ið hevði eitt skelti við navni á framleiðara ella umboðsmanni, og adressan var Kristiania, so hon hevur verið framleidd í Noregi ella keypt til Noregs nakað áðrenn Oslo fekk navnabroyting. Setimaskinan var eisini gomul og slitin. At byrja við bleiv teksturin settur og eitt eintak tikið av teigunum við at tørna pressuni runt við hond, og bleiv tað so borið oman á Dimmalætting, har Flemming og teir brutu um, avfotograferaðu og prentaðu í teirra nýggju offset-pressu. Blaðið kom tá bert út eina ferð um vikuna, leygardag, í 8 ella 12 síðum. Nakað seinni byrjaðu teir so eisini at prentað eitt mikudagsblað upp á gamla mátan uppi á Heygsbreyt, men tað var bert 4 síður. Í 1974 varð nýggj útgerð keypt, ljósborð, fotosetimaskina og reprokamera, og tá varð umbróting og reprofotografering gjørd á Heygsbreyt, og seinni varð ein offset-maskina keypt og ymiskt annað prent bleiv gjørt. At byrja við var eitt ilt av einum rúmi, har blaðfólk kundu sita og skriva. Í 1975 vórðu eini sethús keypt longur niðri í Sjúrðagøtu, har blaðfólk og avgreiðsla blivu kroyst inn í nøkur smá kømur, meðan ein partur av húsinum varð útleigaður. Húsini á Heygsbreyt blivu seinni seld og prenttilgerðin flutti eisini oman í Sjúrðargøtu 9.
Í 1982 flutti Sosialurin út á Argjaveg 26, og nýggj rotatiónspressa bleiv keypt, og útgávudagarnir øktust fyrst til tríggjar ferðir um vikuna og seinni upp í fimm ferðir um vikuna.
Í 2001 bleiv prenttilgerðin av Sosialinum útlisiterað til Hestprent, sum yvirtók fólkini á "teknisku deild", men Tummas Pauli situr framvegis í krókinum, í sama stað, sum hann altíð hevur sitið, síðan Sosialurin flutti út á Argir, men hann tekur sær eisini av plátugerðini, sum fer fram í kjallaranum.
So óskildigur sum hann sær út, so kunnu vit tó avdúka, at tað var hann sum kom við meginpartinum av skemtinum, sum í sjeyti- og áttatiárunum var at lesa í teiginum "Óli í Áarstovu", sum stóð á baksíðuni á Sosialinum.
Arbeiði hjá Tummas Paula er ómetaliga nógv broytt hesi 30 árini. Vanligi teksturin í blaðnum varð settur á blýggjsetimaskinu, meðan yvirskriftir og annað sum var í eini øðrvísi stødd enn vanligi teksturin og onkrar truplar lýsingar máttu setast við hond, og tað skuldi eisini leggjast upp á pláss aftur í setikassan, meðan blýggjreglurnar frá setimaskinuni blivu smeltaðar umaftur.
Tummas Pauli hevur í mong ár verið í nevndini í Føroya Prentarafelag, og eisini var hann við til at stovna Nýrafelagið í Føroyum og er í løtuni skrivari tess.
Tummas Pauli er giftur við Odny, f. Johansen, av Eiði. Tey búgva í Havn og døtur teirra eru tríggjar, Mary-Ann, Jonna og Eyðvør. Abbabørnini eru fimm í tali.
Starvsfólkini á Sosialinum ynskja Tummas Paula hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum, og vóna at tey fáa nógv góð ár saman framyvir.