30.000 eru flýdd til Sýria undan krígnum

- Tey koma úr einum landi, sum er rakt av kríggi og til eitt land við stórum trupulleikum, sigur talsmaður hjá ST.

Seinastu trý samdøgrini eru fleiri enn 30.000 fólk - flestu sýrar - flýdd úr Libanon til Sýrialand.

 

Tað sigur ST-felagsskapurin fyri flóttafólk, UNHCR.

- Umleið 80 prosent av teimum, sum eru flýdd til Sýria, eru sýrar - og umleið ein av hvørjum fimm er libanesari, sigur talsmaðurin hjá UNHCR, Gonzalo Vargas Llosa.

 

Sambært talsmanninum eru umleið helvtin av teimum flýddu børn, og av teimum vaksnu eru fleiri kvinnur enn menn.

 

- Tey koma úr einum landi, sum er rakt av kríggi og til eitt land við stórum trupulleikum í 13 ár. So, hetta er eitt ógvuliga trupult val, sum hesi fólk gera sær.

 

Soleiðis segði Gonzalo Vargas Llosa á einum tíðindafundi í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.