32 persónar smittaðir umborð á russiskum trolara

Russiski trolarin er avbyrgdur

32 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík. Ein teirra er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Landslæknin. 

 

Teir 32 tilburðirnir byggja á úrslit frá kanningum av allari manningini á russiska trolaranum, ið telir 75 persónar. Møguleikin fyri, at onnur enn manningin umborð er smittað, er ógvuliga avmarkaður.

 

Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur. Løgreglan hevur eitt vakið eyga við økinum, har trolarin liggur.