Studentsprógv
Í ár eru 34 pisur klaktar á Studentaskúlanum í suðuroy, 16 á málsligu deild og 18 á matematisku deild.
Teir 34 studentarnir fingu prógvini handað á samkomu í skúlanum seinnapartin mikudagin, har Mads Winther, skúlastjóri á studentaskúlanum, helt røðu, har Ole Laursen, leiðari fyri studentaskúlan í Suðuroy segði nøkur orð og har Fredens Kirkes Pigekor úr Herning, sum í hesum døgum er á ferð í Føroyum, eisini setti ein serligan dám á hátíðarløtuna við nøkrum sangum.
Fyri pisurnar Takkaði Heidi Bjarkhamar úr Vági fyri tíðina á skúlanum.
Í røðu síni fyri studentarnar, segði Mads Winther, at á lívsleiðini eru tað ymsir varðar, sum eru avgerðandi fyri, hvønn veg, leiðin gongur. Á veg frá einum varða, hava vit næsta varða í eygsjón.
?Dagurin í dag er ein týdningarmikil varði fyri tykkum øll.Tit hava í fleiri ár havt hendan varðan í eygsjón.
Hann segði eisini, at tað vildi so vera, at úrtøkan hjá teimum ymsu næmingunum hevði verið ymisk. Men so endurgav hann danska blaðstjóran, Phil Anne Knudsen, sum skrivaði, at almenni skúlin er uppfunnin fyri at uppvaksandi, framtíðar limir í fólkaræðinum kunnu fáa atgongd til felags vitan og felags spælireglur hjá hesum fólkaræðinum. hesar spælireglur eru ikki bygdar á kærleika ella onnur, kenslulig sambond. Tað eru ikki bara tey, sum eru sum eg, ið eru í ætt við meg, ella sum mær dámar, sum hava rættindi. ì veruleikanum er grundhugtakið í fólkaræðinum, attað er uttan týdning, um tú ert samdur við mínum raðfestingum, mínari trúgv, ella politisku hugsan. Tú hevur kortini somu rættindi sum eg. Vit hava nevniliga tað felags, at vit eru undirløgd somu spælireglum.
Rættvísishugtakið er eisini grundleggjandi fyri almenna skúlan. Tað hevur ongan týdning, um lærarin dámar næmingin ella ei. men at fáa rættvísi í skúlanum, ella samfelagnum, er tað sjálvandi neyðugt at at kunna greiða fólki frá, hvørjar spælireglur eru. Annars verða fólk ikki javntsett í royndunum at liva upp til krøvini og sleppa undan mnistøkum.
Í røðu síni mintust Mads Andrias Winther eisini teir báðar næmingarnar, sum byrjaðu í studentaskúlanum í sama árgangi, sum tey, ið nú takað prógv, men sum stutt eftir vóru deyð í syndarligari ferðsluvanlukku.
?Plássið er tomt eftir teir, men teir liva í minninum á okkum, sum høvdu ta gleði at kenna teir, segði hann og øll samkoman mintust teir í tøgn eina løtu.
Pisufundur í kvøld
Pisufundurin í nýklaktu studentunum í Suðuroy verður ívið Minnisvarðan yvir sjólætnar í Vági klokkan 19 í Kvøld. À fundinum fer Òlavur Rasmussen at halda pisurøðuna og fyri studentarnar sjálvar, tosar Sára Tummasar dóttur
34 studentar
Á málsligu deild tóku 16 studentar prógv. Teir eru: Mary Hansen Cazabon, Tvøroyri, Linda Kjærbo, Vágur, Heidi Jacoba Bjarkhamar, Vágur, Linda Bech, Lopra, Majgunn Fríða Petersen, Tvøroyri, Eyðvør Thomsen, Hvalba, Sammi Djurhuus, Vágur, Diana Fríðbjørg Dahl,Vágur, Olivur Anfinn Abrahamsen, Porkeri, Lív Hofgaard, Tvøroyri, Kristina Eysturberg, Hvalba, Annika Berg Poulsen, Porkeri, Maureen Ingun Andreasen, Tvøroyri, Heidi Poula Joensen, Vágur, Lonnie Bengtsen, Hvalba og Vígdis Ruth Magnusdóttir, Hvalba
À matematisku deild tóku 18 studentar prógv. Teir eru: Høgni Jákup Jespersen, Hvalba, Jonhard West, Tvøroyri, Regin Thomsen, Hvalba, Hans Mols Mortensen, Tvøroyri, Zacharias Sonni Múller, Porkeri, Jákup Andrias Hofgaard, Tvøroyri, Helgi Elias Olsen, Hvalba, Carl Birgir Veyhe í Porkeri, Wenche Bech, Lopra, Jane Fríbjørg Ellingsgaard, Sumba, Harriet Hammer, Tvøroyri, Ann-Britt Borg, Vágur, Sára Tummasardóttir, Vágur, Anna Sofia Strøm,Tvøroyri, Estrid Jennifer Kristensen, Tvøroyri, Sóley Elsebeth Mortensen, Porkeri, Gurið Mortensen, Vágur og Rannvá Mortensen, Øravík