35 doyðu í Taliban-álopi

Í minsta lagi 35 arbeiðsmenn doyðu, og 24 vórðu særdir, tá vápnaðir Taliban-limir lupu á vegarbeiðsmenn í afghanska landspartinum Paktia í gjárkvøldið. 13 arbeiðsmenn eru ikki komnir afturíaftur. Summar keldur siga, at teir helst eru gíslar hjá Taliban, men tað avsannar ein talsmaður fyri Taliban.

Embætismenn siga, at 10 av álopsmonnunum lógu eftirá í skotbardaga við trygdardeildir.

Myndugleikarnir siga, at arbeiðsmenninir vóru í ferð við at gera ein nýggjan veg, tá ein hópur av Taliban-limum leyp á teir. Sambært myndugleikunum er álopið tað ringasta síðani í februar, tá 38 fólk lótu lív í einum Taliban-álopi í Jalalabad.

Taliban kunngjørdi fyri fjúrtan døgum síðani, at rørslan var til reiðar at fara undir ta árligu várherferðina.