370 fólk latið lív í Danmark av koronavirus

Higartil hava 370 fólk latið lív av koronasmittuni í Danmark.

Tað siga nýggjast tølini frá myndugleikunum sambært DR.

Tað er níggju fleiri enn í gjár, men tað merkir ikki tað sama, sum at tey hava latið lív seinasta samdøgrið, tí at seinkingar kunnu vera í skrásetingini.

Talið á innleggingum á sjúkrahúsið hevur verið vaksandi seinastu dagarnar, men nú er tað kortini farið niðureftir aftur - frá 335 til 336. 72 teirra hava tørv á respiratori.

Myndugleikarnir boða eisini frá, at júst yvir 100.000 fólk eru kannað fyri smittuna, og av teimum hava 7695 fingið staðfest koronavirus.

Til samanberingar hava 185 føroyingar fingið staðfest smittuna, og 6171 fólk eru kannað í Føroyum.