Tað sæst í tilfarinum hjá Løgtingsins fíggjarnevnd, sum í hesum døgum arbeiðir við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Fíggjarnevndin hevur í hesum sambandi spurt Fiskimálaráðið, nær verður mett, at nýtt skip verður bílagt ella keypt fyri Tjaldrið, og hvat kostnaður av hesum er mettur til.
Fiskimálaráðið svarar, at tørvurin á einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipi fyri Tjaldrið verður alsamt meira átrokandi. Við sínum 48 árum er Tjaldrið als ikki tíðarhóskandi, og tað gerst støðugt truplari at útvega eykalutir til skipið. Fyri at kunna røkja altjóða eftirlitsskyldur at hava eina sterka tilbúgving og kunna veita neyðstøddum hjálp á stóra havøkinum kring Føroyar, er neyðugt at hava tvey virkin skip til endamálið.
– Broytta heimspolitiska støðan og økta skipaferðslan í økinum merkja harumframt, at tørvur er á at menna eina munagóða oljutilbúgving, og at styrkja førleikarnar at vera við í átøkum, sum stuðla undir verju og trygd í okkara parti av Norðuratlantshavi, t.d. sivil luttøka í NATO-flotavenjingum. Arbeitt verður við at fáa politiska undirtøku fyri hesum málinum, skrivar Fiskimálaráðið í svarinum til fíggjarnevndina.
Víðari sigur Fiskimálaráðið, at í samband við FLU 2025 varð eitt tilmæli skrivað við ætlan um at dagføra og endurnýggja vaktar- og bjargingarskipini hjá Føroya Landsstýri. Mælt varð til í fyrsta lagi at byrja við at prosjektera/byggja nýtt skip fyri Tjaldrið í 2025, so tað er liðugt í 2027/28. Roynt verður so at halda Tjaldrið virkið til tá.
– Samstundis verður Brimil uppstigaður komandi 5 árini. Tá kann Brimil vera í sigling næstu fimtan árini, til hann er 40 ár. Vørn metir, at hetta letur seg gera, tí støðuga viðlíkahaldið og góðskan á Brimli, sum skip, er sera góð. Hetta verður mett at vera bæði besta og bíligasta loysnin.
– Samlaði kostnaðurin fyri at dagføra Brimil og byggja nýtt skip fyri Tjaldrið er mettur til 370 mió. kr, sigur Fiskimálaráðið.
Men eingin játtan er sett av til endamálið í 2025.