Í næstum kemur út nýggj og spennandi bók. Bókin umrøður hendingina, tá trolarin Sundaberg sakk í 1972.
Heitið á bókini er “Tá Sundaberg sakk”, og tað er Birgir W. Høgnesen, sum hevur skrivað, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út.
Tað var ein hvøkkur fyri allar Føroyar, tá tað frættist í Útvarpi Føroya, at trolarin Sundaberg hjá Kjølbro var sokkin í Ný Foundlandi. Við vóru 38 mans. Allir vórðu bjargaðir, og eingin fekk likamligt mein av skipsbrotinum.
Í bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip.
Høvuðsparturin er um, tá Sundaberg sakk, men fylgt verður eisini við skipinum frá tí, at tað verður bygt, til vestmenningar keypa skipið frá norðmonnum. Ein partur er eisini um, tá vestmenningar áttu trolaran, og til teir mistu hann, og J.F.Kjølbro keypti skipið.
Bæði parturin um Jóannes Fonsdal og um Sundaberg eru uppbygdir soleiðis, at samrøður eru við nógvar menn, sum hava verið við trolaranum. Heilt nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við lagnutúrin í 1972 og við onkran, sum var við í bjargingini tann 7. mai 1972.
Nakrir manningarlistar frá Jóannesi Fonsdal í 1955, eins og avrokningar eru frá Sundabergi. Alt hetta verður sera væl og nágreiniliga lýst í bókini, sum er prýdd við nógvum myndum, sum bæði eru í litum og svart/hvítum.
Bókin fæst til keyps kring alt landið umframt á heimasíðuni: www.ok.fo fyri 300 krónur.
Sitatir úr bókini
Nakrar endurgevingar úr bókini eru hesar -
* "Tað gekk væl at koma í gummibátarnar. Vit komu rættiliga skjótt leysir av søkkandi skipinum, men gummiroykurin av bátinum var so ramur, at menn byrjaðu at spýggja. At enda høvdu vit allir spýð”
* "Okkara ørindi vóru ikki at keypa bilar, nei, hann seldi finspritt. Dunkar, sum tóku 11 litrar. Benni kom við formaningum um ikki at drekka, men einki forboð”
* "Tá vit báðir standa har og eru komnir í buksur og eg í annan stivlan, tá brestir hurðin inn móti okkum, eg fekk hana í ryggin. Nú fleyt kamarsdúrkið í sjógvi. Nú skiltu vit, at her var álvari í útpurringini”.