390.000 tons til fremmand fiskifør

Fiskiskapur: Uppgerðin yvir útlendsku veiðuna í fjør vísir, at í alt vórðu veidd 389.400 tons í føroyskum sjógvi.

Av hesum er  ikki óvæntað - mest veitt av svartkjafti, og eru tað tey íslendski skipini, sum hava veitt eina góða helvt av teim 365.000 tonsunum.
Hinvegin so hava eingi skip úr Írlandi, Portugal, Estlandi og Japan veitt nakað í føroyskum sjóøki í fjør. Alt árið í fjør var heldur einki langasporl, brugdulivur ella prikkafiskur veitt av útlendingum í føroyskum sjóøki.