39.606 fólk hava valrætt í morgin

Í morgin er løgtingsval, og tá skulu vit føroyingar kjósa 33 fólk, sum skulu stjórna landinum næstu fýra árini – ella so leingi eitt komandi Løgting megnar at sita.

Til valið hesaferð stilla 100 menn og 69 kvinnur upp fyri teir sjey flokkarnar.

 

Kynsbýtið er heldur javnari, enn tað plagar at vera og allir flokkarnir tilsamans halda seg innan fyri ásetingarnar í javnstøðulógini um, at í minsta lagi 40 prosent av hvørjum kyni skulu vera umboðað – tó at javnstøðulógin IKKI er galdandi fyri uppstilling til løgtingsval.

 

Av teimum uppstillaðu eru 59,2 prosent menn og 40,8 prosent kvinnur.

 

Flokkarnir kunnu stilla upp 43 valevni hvør. Í løgtingsvallógini er ásett, at flokkar kunnu stilla 10 fólk fleiri upp, enn tað kunnu veljast á ting. Tað verða vald 33 fólk á ting.

 

Fyri at fáa fólk vald á ting skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunum. Harvið er tinggáttin 3,03 prosent. Fær ein flokkurin ikki tað, so fær hann einki umboð valt. Um ein flokkur til dømis fær 3,0 prosent av atkvøðunum, so verða tey 3 prosentini tikin frá og býtt millum hinar flokkarnar eftir stødd, áðrenn tingfólkatalið fyri flokkarnar verður roknað út.

 

Hesaferð hava 39.606 fólk valrætt. Um øll fara á val, so krevjast 1.201 atkvøða, fyri at ein flokkur skal fáa umboð á ting. Men øll fara sjálvandi ikki á val. Seinast fóru 91,8 prosent á val. Siga vit, at valluttøkan hesaferð verður tann sama, so skal ein flokkur hava 1.102 atkvøður fyri at fáa umboð valt á ting. Minsti flokkur seinast var Sjálvstýrisflokkurin. Hann fekk 1.158 atkvøður. Soleiðis kunnu vit siga, at um tað verður atkvøðutalið aftur hesaferð, so er hann 56 atkvøður oman fyri tinggáttina og fær umboð valt á ting.

 

Men alt hetta vita vit nógv meira um í annaðhvøld, tá klokkan er farin av 11 ella so.