Støðugt fleiri fólk velja at flýggja úr Sýrialandi um markið til Turkalands. Í gjár fóru fleiri hundrað fólk um markið.
Turkisku myndugleikarnir siga, at nógv tey flestu koma úr býnum Jisr al-Shugur, sum er 40 kilometrar frá markinum. Tað hevur verið sera ófriðarligt í býnum teir seinastu dagarnar, eftir at trygdardeildir skutu eftir mótmælisfólki.
Fríggjadagin kringsettu trygdardeildirnar býin við stríðsvognum, og eygnavitni siga, at í gjár skutu tyrlur eftir málum í býnum. Myndugleikarnir í Turkalandi siga, at fleiri hundrað fólk eru sýrisku megin markið, har tey royna at sleppa yvirum.
Reyði Krossur í Turkalandi hevur sett eina tjaldlegu upp tætt við matkið, og har er pláss fyri umleið 5.000 fólkum. Uttanríkisráðið í Ankara vil ikki siga, hvussu mangir sýrar eru komnir um markið, men tíðindastovan Anatolia skrivaði í gjárkvøldið, at talið liggur um 4.300.