40 ár í dvala: Nú er nýtt frá ABBA

Eftir fýra áratíggju í dvala, hevur svenski superbólkurin Abba sagt, at nýtt tilfar er ávegis. Og longi hevur verið bíðað eftir útgávuni Voyage, ið skal koma 5. November. 5 løg eru væntandi.

 

Men longu í dag eru tveir nýggir sangir at hoyra, og tekur hetta helst mong á bóli.

 

Løgini eita I Still Have Faith in You og Don’t Shut Me Down.

 

Næsta ár verða sonevndar hologram konsertir við ABBA.

 

Limirnir í ABBA fóru hvør til sítt í 1982. Bólkurin er ein bólkunum í tónleikasøguni, ið hevur selt mest eintøk av sínum útgávum, við fleiri enn 385 milliónum seldum eintøkum.

 

Tann 5.november kemur útgávan Voyage, men í dag eru so tveir av sangunum á útgávuni at hoyra:

 

ABBA - Don't Shut Me Down (Lyric Video) - YouTube

 

ABBA - I Still Have Faith In You - YouTube

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##