40 ára gomul skattaskipan skal nútímansgerast

Verandi skipanir hjá TAKS stuðla ikki undir dagførd krøv, dagførdar arbeiðsgongdir og ætlanir hjá TAKS

Neyðugt er at nútímansgera skattaskipanirnar hjá TAKS. Tað sæst í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans. 

 

Verandi skipanir eru so gamlar og ótíðarhóskandi, at TAKS kann ikki veita vissu fyri, at tær kunnu koyra longri enn 5-6 ár aftrat.

 

Gongd er tí sett á eina stóra nýskipan, sum fer at taka eini seks ár at fremja. Verkætlanin verður kallað “Kjarnan”. Partur av arbeiðinum er longu farin í gongd.

 

Verandi skipanir hjá TAKS stuðla ikki undir dagførd krøv, dagførdar arbeiðsgongdir og ætlanir hjá TAKS. Skipanirnar eru bygdar á gamla tøkni frá 1980unum og eru tí avbjóðandi at viðlíkahalda. Samtíðarskattaskipanin kom 1. apríl 1984. Tað eru tí 40 ár síðani, vit fingu núverandi tøkniliga grundvøll undir okkara skattaskipan.