Nú vinnan javnan førir fram, at ov stórur partur av landgrunninum er friðaður fyri trolveiði, hevur in.fo spurt leiðaran á Fiskiveiðieftirlitinum, hvussu stórar hesar friðingar í veruleikanum eru.
Í onkrum av hesum økjum, sum viðhefta kort vísir, eru korallir, men talan er um lutfalsliga fá øki, ið eru stongd, tí koralbotnur skal verjast.
Flestu av hesum økjum eru stongd, tí politiski myndugleikin ynskir tað - antin sambært lógini um vinnuligan fiskiskap ella í øðrum kunngerðum, sum eru galdandi fyri ávísu økini.
Meðan in.fo er á gátt á Fiskiveiðieftirlitinum, spyrja vit Elmar Højgaard, um tað er rætt, sum ført hevur verið fram, at umleið 40% av landgrunninum meira ella minni permanent er friðaður fyri trolveiði.
- Nú havi eg ikki roknað neyvt upp á, júst hvussu stórur prosentparturin við friðaðum økjum er, men tað man fara at passa rættiliga væl, at umleið 40% av landgrunninum er friðaður fyri trolveiði.
Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at tá talan er um sjálvan landgrunnin, verður vanliga hugsað um dýpið, sum røkkur niður á umleið 200 metrar. Millum grunnarnar eru tó einstakir djúpari geirar.
- Aftrat hesum friðingum, sum kortið vísir, lýsa vit eisini av og á bráðfeingisfriðingar í 14 dagar, tá staðfest verður, at ov nógvur smáur upsi er í trolinum yvir eina tíð.
Elmar Højgaard vísir á, at fyri umleið einum ella hálvum øðrum ári síðan lýsti eftirlitið javnan bráðfeingisfriðingar, tí partrolarar fingu nógvan smáupsa í veiðini.
- Einstakar bráðfeingisfriðingar eru eisini lýstar í hesum árinum, men ikki nær til so nógvar sum undanfarin ár. Tað vísir seg, at nøgdirnar av smáum upsa í veiðini hava ikki verið so stórar í ár sum eitt nú í fjør.
Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum heldur, at smáupsin, sum var ein trupulleiki í veiðini, er vaksin í hesum tíðarskeiði, og tí eru trupulleikarnir minni í dag.
- Men, vit fáa framvegis javnan fráboðanir um, at smáupsi er uppi í veiðini, tó at hesar eru nógv færri, enn tær vóru, tá fráboðaninar vóru flestar, sigur Elmar Højgaard.