41 ára gamli Zlatan úttikin til svenska landsliðið

Zlatan Ibrahimovic hevur leikt 121 landsdystir fyri Svøríki

Meir enn 22 ár eru liðin síðani tann tá bert 19 ára gamli, Zlatan Ibrahimovic spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Føroyum í Växsjö. Ein dystur sum endaði 0-0.

 

Nú er tann 41 ára gamli, Zlatan sum higartil hevur leikt 121 landsdystir, og hevur skotið 62 mál fyri Svøríki aftur úttikin til landsliðið.

 

Svøríki skal á heimavølli spæla EM-undankappingardystir móti Belgia og Asbadjan 24. og 27. mars.

 

Seinastu landsdystirnar hevur Zlatan byrjað á beinkinum, og er komin á vøllin í seinna hálvleiki. Hugsandi er, at tað verður leikluturin hjá honum í teimum báðum komandi dystunum.