426 nýggir smittutilburðir í Noregi

Seinastu trý samdøgnini hevur Noreg havt tilsamans 1464 nýggjar tilburðir við koronu.

58 kommunur í Noregi hava í løtuni veksandi smittutøl.

 

 

Noreg hevur nú um midnáttarleitið kunngjørt talið av nýggjum smittutilburðum seinasta samdøgnið, og talið er 426. Tað er 47 tilburðir fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 379.

 

Hósdagin var talið 560 - og mikudagin 478. Tað merkir, at Noreg seinastu trý samdøgnini hevur havt tilsamans 1.464 nýggjar covid-19 tilburðir, sum ger, at smittutalið í landinum í løtuni er veksandi.

 

58 kommunur í Noregi hava veksandi smittu. Samlaða talið av smittaðum, síðan farsóttin tók seg upp, er 140.204. Í løtuni liggja 34 fólk á sjúkrahúsi við koronu, og 804 fólk eru deyð av - ella við - koronu.

 

58 kommunur í Noregi hava í løtuni veksandi smittutøl.