4,4 milliónir krónur er nøktandi úrslit fyrra hálvár

Gongdin hjá tryggingarfelagnum Trygd fyrra hálvár 2022 hevur verið merkt av hækkandi inntøkum, men óstøðuga gongdin á fíggjarmarknaðinum hevur havt ávirkan á serliga íløgurnar hjá felagnum

– Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd

Tað sigur felagið í tíðindaskrivi í dag, har tey vísa á, at såum heild hevur fyrra hálvár gingið væl. Trygd hevur havt ein vøkstur í inntøkunum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og talið á skaðum hevur verið á einum vanligum støði.

 

Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 4,4 mió. kr., sum er lægri enn væntað, men tó hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið var 3,6 mió. kr. áðrenn skatt. Hinvegin hava útreiðslurnar hjá Trygd verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør.

 

Trygd skrivar, at ársins fyrstu seks mánaðir hava verið merktir av órógvi á fíggjarmarknaðinum, og hetta hevur havt ávirkan á íløgurnar, serliga lánsbrøvini, hjá felagnum. Hóast eina varna íløgutilgongd hevur felagið havt tap fyrra hálvár.

 

Harafturat hava hækkandi prísirnir í samfelagnum eisini sett sín dám á úrslitið. Tí eins og alt annað, ið er dýrkað nógv seinastu mánaðirnar, eru skaðarnir erisini vorðnir dýrari at gera aftur, og sostatt eru skaðaendurgjøldini fyrra hálvár eisini hækkað nakað.

 

– Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár. Vit hava ein sunnan samanhang millum inntøkur og skaðaútreiðslur, og hóast ein heldur óstøðugan fíggjarmarknað í løtuni, hava vit eitt sterkt felag, ið bæði er væl brynjað til framtíðina, og sum samstundis kann tryggja kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum til frama fyri allar føroyingar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

 

Roknskapurin í stuttum

 

• Hálvársúrslitið áðrenn skatt er 4,4 mio kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

 

• Tryggingartekniska úrslitið gjørdist 8,7 mió. kr. samanborið við 4,3 mió. kr. sama í fjør.

• Skaðaendurgjøldini eru 47,3 mió. kr. samanborið við 45,0 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

• Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 6,5 mió. kr. og eru nú 75,6 mió. kr.

• Bruttoskaðaprosentparturin er 63,5% samanborið við 69,2% sama tíðarskeið í fjør.

 

– Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd