443 milliónir eftir reyv

TF-samtakið, har TF Holding, Tryggingarfelagið Føroyar og Betri Pensjón eru við, legði í dag roknskapin fram. Úrslitið vísti, at TF Holding hevur klárað seg 443 milliónir krónur verri í 2008 enn í 2007

Klokkan 13 varð roknskapurin hjá TF-samtakinum lagdur fram. Úrslitið var sera negativt, og hóast tað var væntandi, tí tryggingin hevur so nógvar íløgur, so er talið rættiliga stórt.

Sjálvt er felagið ikki so alarmerað av støðuni, tí eginognin er framvegis umleið 1,2 mia krónur.

Høvuðsorsøkin hallið á 359 milliónir krónur í ár liggur í íløgum hjá felagnum. Serliga í Grønlandsbankanum og Atlantic Petrolium.

Hetta negativa tal, er líka stórt, sum alt yvirskotið, ið hevur verið síðan TF Holding bleiv til.

Tryggingarvirksemi gevur tó yvirskot. Har er eitt tryggingartekniskt yvirskot á 25,9 milliónir krónur, og hetta er fyrsta árið í langa tíð, at virksemið gevur avkast.

Orsøkin til, at tryggingarvirksemið gevur avkast er serliga, at prísirnir á tryggingum er farin upp og at skaðarnir er færri.

Felagið ætlar ikki at hækka tryggingargjøldini í ár.