Talan er um tveir íbúðarbygningar, sum felagið Mark byggir við Oyggjarvegin í Havn.
Mark eigur frammanundan tveir aðrar leiguíbúðarbygningar, ein í Marknagili og ein undir Kongavarða á Argjum.
Í nýggju bygningunum við Oyggjarvegin verða 48 leiguíbúðir, sum verða millum 62 og 124 fermetrar til støddar, við einum, tveimum ella trimum kømurum. Harafturat verða eisini íbúðir til rørslutarnað.
##med2##
Væntandi fara um 100 fólk at búgva í íbúðunum, tá tær verða lindar
Bygningarnir eru í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir við frálíkum útsýni yvir allan býin og allan Nólsoyarfjørð.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##