Í fólkaskúlanum verða í hesum døgum bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja til næsta skúlaár; teirra millum 46 føst lærarastørv í 23 skúlum. Føstu størvini og tíðaravmarkaðu størvini fyri eitt heilt skúlaár, verða sett frá 1. august 2026. Umsóknarfreistin til nógv av størvunum er 4. juni.
Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja í flestu skúlum, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:
á Skúlatrøð, www.skulatrod.fo 4 lærarastørv
Eiðis skúli, www.eidisskuli.fo 1 lærarastarv
Eysturskúlin, www.eysturskulin.fo 6 lærarastørv
Fuglafjarðar skúli, www.ffs.fo 3 lærarastørv
Hoyvíkar skúli, www.hoy.fo 1 lærarastarv
Hvalbiar skúli, www.hvsk.fo 1 lærarastarv
Hvalvíkar skúli, www.hvalvikarskuli.fo 1 lærarastarv
Kaldbaks skúli, www.kal.fo 1 lærarastarv
Kvívíkar skúli, www.kvivikarskuli.fo 1 lærarastarv
Runavíkar Kommunuskúli, www.rks.fo 2 lærarastørv
Sandoyar Meginskúli, www.meginskulin.fo 2 lærarastørv
Sankta Frans skúli, www.sfs.fo 3 lærarastørv
Skála skúli, www.skalaskuli.fo 1 lærarastarv
Skopunar skúli, www.skopunarskuli.fo 1 lærarastarv
Skúlin á Argjahamri, www.sah.fo 3 lærarastørv
Skúlin á Fløtum, www.saf.fo 4 lærarastørv
Skúlin á Giljanesi, www.sag.fo 2 lærarastørv
Skúlin í Eysturkommunu www.skeyk.fo 1 lærarastarv
Skúlin við Løgmannabreyt, www.svl.fo 1 lærarastarv
Skúlin við Streymin, www.svs.fo 1 lærarastarv
Stranda skúli, www.strandaskuli.fo 2 lærarastørv
Tofta skúli, www.toftaskuli.fo 1 lærarastarv
Vestmanna skúli, www.vestmannaskuli.fo 3 lærarastørv
Tað er skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Nærri lýsing av størvunum og umsóknarfreist er at síggja á heimasíðunum hjá skúlunum.
Fleiri lýsingar eftir lærarum í tíðaravmarkað størv eru at síggja á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:











