Í alt 48 ferðamannaskip hava boðað frá, at tey vitja á Havnini í ár. Tað vísir nýggjast yvirlitið hjá Tórshavnar Havn.
Talan er um ein vøkstur frá í fjør, tá 39 ferðamannaskip vitjaðu á Havnini, men enn er langt á mál til metið frá 2015, tá 63 ferðamannaskip vitjaðu.
Fyrsta ferðamannaskipið, ið kemur á Havnina í ár, er Spitsbergen, ið kemur á Havnina 16. mai, meðan síðsta ferðamannaskip á hesum sinni er Viking Sky, ið kemur á Havnina 20. september.
Hóast flestu ferðamannaskip vitja á Havnini, so plaga ferðamannaskip eisini at vitja aðrastaðni í Føroyum, harímillum í Klaksvík, har fýra ferðamannaskip hava boðað frá vitjanum í summar, sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Havn.