Í dag, 6. juni kann Svøríki hátíðarhalda 500 ár sum sjálvstøðug tjóð.
Gustav Vasa, ið var krýndur kongur Svøríkis og Finnlands tók Svøríki og Finnland úr Kalmar-Uniónini, har hini londini vóru Danmark og Noreg, ið vit, Ísland og Grønland hoyrdu til tá.
Í 1809 misti Svøríki Finnland til Russland, men í 1814 var ríkjafelagsskapurin millum Svøríki og Noreg stovnaður aftaná friðartingingarnar í Kiel. Føroyar, Ísland og Grønland fylgdu tó ikki við Noregi yvir í tann ríkjafelagsskapin.
Noreg tók seg úr ríkjafelagsskapinum við Svøríki í 1905.
Eftir 1523 var mangan kríggj og samanbrestir millum Danmark-Noreg og Svøríki-Finnland, og stórur fíggindaskapur var millum londini. Danmark-Noreg mistu eisini stór landaøki til Svøríki, og tað tók fast tá. Hesi landaøki eru í dag ein inngrógvin partur av Svøríki.
Síðani 1814 hevur friður valdað millum norðurlond.
Í dag kunnu vit ynska svenskarum ein góðan tjóðardag, og somuleiðis tillukku við teimum 500 árunum sum sjálvstøðug tjóð.