59 ár síðani Kennedy morðið

Í dag, 22. november, eru 59 ár síðani 35. amerikanski forsetin, John F. Kennedy, varð skotin á gøtuni í Dallas í Texas.

Hóast tær almennu frásagnirnar í USA siga, at tað var Lee Harvey Oswald, sum myrdi forsetan, so eru ikki øll á einum máli um tað. Fleiri gitingar eru um, hvør myrdi John F. Kennedy.

 

Nógv eru tey, sum halda, at amerikanska mafian stóð aftan fyri morðið. Onnur halda, at tað var stjórnin á Kuba, við Castro á odda, sum eigur ábyrgdina av morðinum.

 

Lee Harvey Oswald varð skotin tveir dagar eftir morðið á John F. Kennedy. Tað var náttklubbaeigarin Jack Ruby, sum skeyt Oswald.

 

John F. Kennedy var sonur handilsmannin og politikaran, Joseph P. Kennedy. Hann hevði brøðurnar Robert F. Kennedy og Edward Kennedy, sum eisini vóru politikarar. Elsti bróðirin, Joe Kennedy Jr doyði undir krígnum. 

 

John F. Kennedy varð valdur í amerikonsku Kongressina, Umboðsmannatingið, í 1946, sama ár sum Richard Nixon, og sat í Umboðsmannatinginum fram til 1953. Í 1952 verður hann valdur í Senatið. Í 1954 royndi hann uttan eydnu at stilla upp sum varaforseti, men hann tapti stríðsvalið ímóti senatorinum Estes Kafauver úr Tennesee. Kennedy varð afturvaldur í Senatið í 1958, og í 1960 varð hann stillaður upp sum forsetavalevni fyri Demokratiska flokkin.

 

Hann vann á varaforsetanum hjá Eisenhower, Richard Nixon á forsetavalinum í 1960 í einum sera tøttum valstríði, har Kennedy fekk 49,7 prosent av atkvøðunum ímóti teimum 49,5 hjá Richard Nixon. 

 

Valskipanin gav honum kortini 303 valmenn, meðan Nixon bara fekk 219. Soleiðis kundi Kennedy gerast forseti, hóast 14 valmenn noktaðu at velja hann vegna stuðul hansara til Mannarættindarørsluna.

 

John F. Kennedy var tann higartil yngsti forsetin í USA – sjálvt um Theodore Roosevelt var nakrar mánaðir yngri, tá hann sum varaforseti tók við, tá William McKinley doyði – og hann var tann fyrsti romersk-katólski forsetin. 

 

John F. Kennedy var valdur við lyftum um endurnýggjan í amerikonskum politikki. Hann var forsetin í kalda krígnum, og í embætistíð hansara var eitt nú Berlinmúrurin bygdur. Kennedy gav boð um innrásina í Svínavíkini og legði størri dent á kríggið í Vietnam. Hann setti eisini ferð á kappingina um rúmdina við alment at boða frá, at Amerika vildi seta fólk á mánan og fáa tey trygt heimaftur innan 10 ár.

 

Samstundis sum hann herdi kríggið í Vietnam, stuðlaði hann eisini aktivt stovnanini av The Peace Corps, ein felagsskapur, har ung fólk gjøgnum arbeiði í útlondum kundu stuðla menningarlondum.

 

Kennedy fekk stóra mótstøðu í amerikanska fólkinum, tí hann var ímóti rasuskilnaðarpolitikkinum hjá nógvum av suðurstatunum í USA.

 

Hann var kendur fyri orðini »Ich bin ein Berliner«, sum hann segði í Berlin í 1963.

 

Hann doyði, tá hann var skotin 22. november í 1963 í Dallas í Texas. Eftir morðið tók Lyndon B. Johnson við sum 36. forsetin í USA.

 

##med2##

 

---  

 

Sosialurin skrivaði soleiðis um Kennedy-morðið 23. november í 1963:

 

John F. Kennedy forseti myrdur í gjárkvøldið

 

Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana

 

Mong mundu ógvast, tá tey fingu Sosialin í hondina leygarmorgunin 23. november í 1963. Tí valla vóru tíðindi um morðið á John F. Kennedy borin kring heimin, tá blaðið við fesku tíðindunum kom við postinum hendan morgunin. Sosialurin skrivaði soleiðis leygardagin 23. november í 1963:

 

»Forsetin í USA, John F. Kennedy, doyði í gjárkvøldið, myrdur av einum ókendum, og varaforsetin, Lyndon Johnson, er nú forseti í USA.

 

Saman við Kennedy forseta var kona hansara og guvernørurin í Texas, ið eisini var raktur av rifluskoti ókunnugmanna og er álvarasama særdur.

 

Eftir tí ein, ið sá tilburðin veit at siga frá, fullu trý skot frá einum heyggi nærhendis, har forseti og fylgi komu koyrandi í bilinum gjøgnum eina viadukt.

 

Presidenturin varð raktur í høvdið av einari riflukúlu og guvernørurin í bringuna.

 

Hoknaði undir liðini á konuni

 

Kennedy hoknaði niður í bilin, tá skotini raktu hann, meðan konan rópti og royndi at halda honum uppi, og tá hon ikki maktaði hetta, datt hann niður í bilin; hann royndi tó at halda sær uppi, meðan bilarnir beinanvegin koyrdu til Parkland hospitalið í Dallas, har báðir í skundi vórðu førdir á skurðstovu.

 

Seinasta sakramentið

 

Kennedy fekk beinanvegin eina blóðtransfusjón, og tveir katólskir prestar vórðu í skundi boðsendir. Tá prestarnir komu út aftur, søgdu teir, at teir høvdu givið forsetanum tað síðsta sakramentið, og at hann var deyður.

 

Kona varaforsetan, Lyndon Johnson, kom samstundis til hospitalið og fór inn á skurðstovuna, har Kennedy lá. Stutt aftaná kom hon útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini varð raktur.

 

Til Texas á vitjunarferð

 

Kennedy hevði leingi ætlað sær at fara til Texas, tí politikkur hansara um javnrætt millum svørt og hvít hevði ikki vunnið fyri sær har. Tað var við hesum í huga, at hann hevði lagt leiðina hagar, fyri at vinna sær betri stuðul til forsetavalið, sum verður um eitt ár.

 

Kennedy var fyrst í Port Wirth, har hann hevði talað og var nú á veg til Dallas, har hann var myrdur.

 

Hann livdi 25 minuttir aftan á at skotið hevði rakt hann. Í samband við leitingina eftir banamanni Kennedy's verður sagt úr Dallas, at ein limur av tí amerikonsku eftirkanningartænastuni og ein politistur úr Dallas vórðu skotnir nakað frammanundan har umleiðir, forsetin varð myrdur.

 

Annar forseti í USA, ið er myrdur

 

Tað hevur fyr hent seg, at ein amerikanskur forseti er myrdur. Tað var fyri 98 árum síðani, tá ið Abraham Lincoln varð myrdur av einum suðurstatsfanatikara, meðan hann sat í sjónleikarhúsinum í Washington.

 

Abraham Lincoln var eins og Kennedy fortalari fyri javna millum allar amerikanska borgarar. Hann talaði ímóti trældómi negaranna.

 

Um allan heimin man deyði Kennedy's verða monnnum dátt við. Hann var maðurin, sum álitið varð sett til, og sørt var ikki, at hann maktaði uppgávuna t. d. undir Kubakreppuni, tá stóð millum stórveldini bæði, USA og Sovjett,

 

Kennedy var føddur í 1917 – og sostatt bert 46 ára gamal.

 

Tá boðini spurdust steðgaðu útvarpini víða hvar í heiminum sendingar sínar og høvdu eykatíðindi um drápið, samstundis vóru allar aðrar sendingar avlýstar og var ístaðin harma- og sorgarljómur sendur út.

 

Ein mætur maður er fallin.«

 

##med3##