Bátafestivalur
Hetta er fjórða árið á rað, at Bátafelagið í Nes kommunu skipar fyri bátafestivali, og hetta er samstundis fyrsta bátastevnan av sínum slag á árinum.
Í byrjanini av síðstu viku søgdu veðurmenninir heldur vánaligt veður við regni og frískum vindi til leygardagin. Men so hvørt, sum vikan leið, og leygardagurin nærkaðist, gjørdust útlitini betri – við minni vindi og turrari veðri.
Bátarnir, sum tóku lut í festivalinum, møttust í Skálafirði leygardagin klokkan 12.30, og tá klokkan nærkaðist 15, la bátafylgið úti fyri Oyrunum á Toftum, har teir – ein og ein - stevndu inn í Oyrahavnina.
Talið av bátum var millum 60 og 70, og hetta er umleið sama tal, sum á festivalinum í fjør.
Fremstir á bryggjuni at taka ímóti bátsmanningunum, vóru formaðurin í Bátafelagnum, Høgni W. Høgnesen og nýggi havnameistarin í Nes kommunu, Hans Óli Viberg, sum byrjaði í nýggja starvinum, 28. apríl.
Tá bátarnir høvdu lagt til bryggju, hoyrdust harmonikutónar ljóma aftur við kendum sjómansvísum og øðrum sangum, ið fólk hava tikið til sín.
Hetta setti sín serstaka dám á móttøkuna.
Bátafelagið bjóðaði síðan øllum manningunum út í matstovuna á virkinum hjá Faroe Seafood til heita suppu og okkurt leskandi.
Bátafestivalurin byrjaði í besta veðri – við turrveðri, lítlum og ongum loti og fitt av sól.
Tað var ikki fyrr enn seinni um kvøldið, at regnið, sum veðurmenninir høvdu spátt, kom.
Millum tiltøkini, sum annars hava við sjógvin at gera, var framsýning í húsunum hjá Fíu á Rætt í sambandi við, at róðrar-og seglbáturin Dvørgamoy hevur 10 ár á baki seinni í hesum mánaðinum.
Dvørgamoy var eisini millum bátarnar, sum tóku ímóti bátafylginum úr Skálafirði.
Umstøðurnar í rúmligu Oyrahavnini at taka ímóti bátum eru góðar við landsstreymi og vatni.
Bátafelagið á Toftum skipaði fyri nógvum ymiskum tiltøkum, bæði til gamans og álvara, allan leygardagin og leygarkvøldið.
Út á leygarkvøldið og sunnunáttina varð góður dansur í nýggja tjaldinum, sum Bátafelagið hevur keypt.