60 nýggj búpláss til fólk við serligum tørvi

Løgtingið hevur í nátt samtykt tríggjar verklagslógir um at útvega heilar 60 nýggjar bústaðir til fólk við serligum tørvi. Talan er um trý sambýli og ein stovn. Stovnurin er til børn og ung við fjølbreki og verður í Eysturoynni. Tvey sambýli eru fyrst og fremst til fólk við menningartarni, har annað verður í Norðoyggjum og hitt í Eysturoy.

Triðja sambýlið er til fólk við sálarsjúku og verður bygt í Tórshavn.

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum fegnast um, at tað nú eydnast at seta hol á hesar týdningarmiklu verkætlanir, sum bøta munandi um viðurskiftini hjá børnum og vaksnum við serligum tørvi, tí umstøðurnar hjá hesum fólkum eru bæði óvirðiligar og ótíðarhóskandi.