Tann bretska Drotningin hevur í dag sitið 60 ár á trúnuni, og í tí sambandi verður hátíðarhald í Onglandi.
Drotning Elizabeth er seinni monarkurin, sum hevur sitið á bretsku trúnuni í heili 60 ár. Tað veit Reuters.
Einans ein hevur so leingið á trúnuni, og tað er Drotning Victoria, sum stýrdi frá 1937 til 1901.
Enn skal Drotningin ikki hátíðarhaldast, men í juni eru fýra dagar settir av til at minnast aftur á seinasti 60 árini.
Tað hevur ikki einans verið ein dansur á rósum hjá Drotning Elizabeth og hennara familju. Bretska kongafamiljan hevur verið útsett fyri nógvum seinastu árini eitt nú ta ið Prinsessa Diana doyði í 1997. Diana var tann best umtókti limurin av
bretsku kongafamiljuni, og síðani hennara deyða hevur undirtøkan fyri kongafamiljuni verið dalandi í Bretlandi.
Elizabeth varð vald Drotning, tá ið hon var 25 ára gomul. Pápi hennara, George VI doyði 6. februar 1952.
kelda. bt.dk