600.000 kr eyka til manning á Brimli

Av tí at mannining umborð á Brimli var umborð í 14 dagar eyka undir koronukreppuni, skal hon hava 600.000 krónur eyka í løn

Sambært eykajáttanaruppskoti, sum Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur lagt fyri tingið, so skal manningin umborð á Brimli hava 50.000 kr í miðal í eyka løn fyri at hava verið 14 dagar umborð á Brimli.

– Fiskimálaráðið skal boða frá, at Vørn hevur havt fíggjarligar serkostnaðir í sambandi við COVID- 19, skrivar Jørgen Niclasen í uppskotinum.

Hann vísir á, at Vørn rekur skip til vaktartænastu og fiskiveiðieftirlit.

– Tá corona-sóttin byrjaði, tók leiðslan á Vørn tað stig, at biðja manningina á Brimli verða verandi umborð eitt vaktarskeið eyka í mun til vanligt. Leiðslan var vitandi um, at manningin varð frísk og á tann hátt kundi tryggjast, at skipið varð siglandi og tilbúgvingin á sjónum tøk, skrivar fíggjarmálaráðharrin.

– Slíkt stig førdi til, at manningin hevur krav um yvirtíð fyri tvær vikur sambært sáttmála, sigur hann og vísir á, at Vørn hevur latið Fiskimálaráðnum yvirlit yvir kostnaðin, ið er 600.000 krónur.

12 mans eru við Brimli. Tað merkir, at teir í miðal fáa 50.000 krónur í yvirtíð fyri hesar 14 dagarnar, teir hava verið eyka umborð, meðan manningin, sum annars skuldi verið umborð eisini fekk løn.

Eykajáttanaruppskotið verður til 1. viðgerð á tingi í dag.