6000 størv í danska handilsflotanum í vanda

Nýggj donsk lóggáva kann gera enda á donskum og føroyskum yvirmannastørvum í danska handilsflotanum. Tað heldur fakfelagið hjá donskum yvirmonnum, skrivar Business-Line, www.bl.fo

Danska stjórnin hevur gjørt eitt lógaruppskot, har tey sonevndu tjóðskaparkrøvini í DIS-skrásetingini verða slept, so at donsk reiðarí kunnu heinta sær skipsførarar úr øllum heiminum.

- Henda lógin fer at gera á enda á okkara størvum. Tað tekur fleiri ár at útbúgva okkara skipsførarar, og hví skal nakar framyvir velja sær hesa útbúgving, tá reiðaríini kortini velja at seta ein kinverksan skipsførara í starv, spyr formaðurin í Søfart, Ole Philipsen.

- Tað er púra ómøguligt hjá okkum at kappast við lága lønarlagið í Asia. Her standa 6.000 donsk arbeiðspláss í vanda, sigur Ole Philipsen.

Í 2009 vóru 8.000 danskir sjómenn í starvi á skipum í DIS-skrásetingini. Í dag eru umleið 85% av skipsførarunum í DIS skrásetingini danskir statsborgarar.

Lógaruppskotið hjá donsku stjórnini er sent til hoyringar 4. februar, og viðmerkingar til uppskotið skulu verða stjórnini í hesi vikuni.