6000 tons deyð av eitrandi algum í Chili

14 alibrúk eru rakt, seks í Los Lagos-regiónini og átta í Aysén-regiónini, øll í syðra parti av Chili.

 

 

Eitrandi algur hava nú gjørt av við 6000 tons av laksi hjá alarum í syðra parti av Chili, og sagt verður, at nú eru umleið 95 prosent av deyða laksinum burturbeind.

iLaks hevur skrivað um trupulleikarnar við algum á fleiri alibrúkum um hesar leiðir, og víst hevur verið á, at tað er ikki óvanligt, at algur gera av við alifisk.

Hetta hendi eisini á norskum alibrúkum fyri lutfalsliga stuttari tíð síðan, tá fleiri miljónir laksar doyðu av súrevnistroti.

Sambært myndugleikunum í Chili eru nú skrátt 5.989 tons av deyðum alifiski, harav 5.703 tons nú eru burturbeind úr alibrúkunum.

Tað eru nakrar vikur síðan, at eitrandi algur fóru at gera um seg í nøkrum alibrúkum í Chili, og sum tíðin er gingin, er nøgdin av deyðum fiski økt.

Sagt verður, at talan er um alibrúk hjá eitt nú Mowi, Aquachile, Yadran, Multiexport Granja Marina Tornagaleone og Salmones Camanchaca, sum eru rakt.

Myndugleikarnir í Chili siga, at 14 alibrúk eru rakt, seks alibrúk í Los Lagos-regiónini og átta alibrúk í Aysén-regiónini, øll í syðra parti av landinum.