Hetta tíðarskeiðið í fjør vórðu seld tilsamans 452 akfør í mun til 391 somu tíð í ár. Tað eru 61 færri akfør enn í fjør.
Tað var í mars í fjør, at koronukreppan rakti okkum, og tann 12. mars varð boðað frá stongsli og tilmælum í sambandi við koronufarsóttina.
Størstu innflutningstølini av akførum eru altíð persónbilarnir. Har hevur sølan fyrstu tveir mánaðirnar í ár verið 286 í mun til 334 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein minking upp á 48 akfør sum svarar til 14,4 prosent.
Næst størsti bólkurin eru vøruvognarnir. Har eru seldir 62 fyrstu tveir mánaðirnar í ár í mun til 76 somu mánaaðir í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 14 bilar og 18,4 prosent.
Einasti bólkur av akførum, sum hevur framgongd í innflutningstølunum, eru prutlini. Í fjør vórðu seld 10, og í ár vórðu 11 seld ársins fyrstu tveir mánaðir. Tað er ein vøkstur upp á 10 prosent.